J&K Petersen luttekur á JobMatch 2017

Kom og vitja okkum á Jobmatch 28. des. í Norðurlandahúsinum.

Hevur tú hug at hitta onkran av okkara starvsfólkum er tú vælkomin at vitja bás nr. 44.

Kom og fá tær eitt prát við okkum og síggj hvørjir møguleikar tú hevur hjá okkum. Vit hava nógv at gera og eru ymisk størv leys at søkja.

Eitt nú mangla vit byggismiðlærlingar og kunnu vit bjóða lærupláss innan byggismíð at byrja í januar 2018.

Í sambandi við komandi verkætlanir hava vit somuleiðis tørv á Handverkarum.

Hevur tú hug at royna nýggjar leiðir ber eisini til at søkja starv sum Arbeiðsleiðari.

Starvsfólk vit eisini leita eftir eru m.a. arbeiðsfólk/handverkarar, ið duga at forskalla.

Eisini søkja vit eftir Maskinførarum at koyra gravimaskinur.


Vit ynskja at vera sjónlig á JobMatch og hava tí valt at hava ymisk fakøki við ið kunnu umboða starvsfólkahópin ið J&K Petersen hevur tørv á í gerandisdegnum.

Niðanfyri sæst hvør av okkara starvsfólkum umboðar J&K básin 28. des.:

kl. 13.00.-14.00.:

Heini K. Mouritsen: Byggismiðlærlingur

Bárður á Kamarinum: Byggismiðlærlingur

kl. 14.00.-15.00.:

Per Kallsberg: Fíggjarleiðari

Sólvá Álaberg: Skrivstovulærlingur

kl. 15.00.-16.00.:

Idar Olsen: Sevilverkfrøðingur

Emil Nielsen: Landmálari

kl. 16.00.-17.00.

Bent Rubeksen: Timburlærlingur

Finnur Joensen: HR- og fyrisitingarleiðari

kl. 17.00.-18.00.

Jónas Hansen: Handverkari/Byggismiður

Henry Christiansen: Førari á Pumpubili

kl. 18.00.-19.00.

Eyðfinn Lenvig: Tøknileiðari

Fríðgerð Stakkslíð: Bókhaldari



VIT SÍGGJAST