J&K gera parkeringsøkið við flogvøllin

Hósdagin 7. juli 2016 skrivaðu Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K, og Jákup Sverri Kass, stjóri í P/F Vága Floghavn sáttmála um útbygging av parkeringsøkinum við flogvøllin.

J&K skal gera vanliga jørð- og asfalteringsarbeiðið umframt at skýli skal byggjast, so ferðandi kunnu verða undir taki í pørtum av parkeringsøkinum.

Sáttmálaupphæddin fyri arbeiðið er 40,2 mió. kr. Arbeiðsøkið er um 40.000 m2.