Starvslýsing

Formaður til betongarbeiðið.

J&K Petersen.

Søkt verður eftir formanni til betongarbeiðið. Starvið fevnir um, í samráð við projektleiðslu, at loysa spennandi og avbjóðandi verkætlanir innan økið. J&K Petersen hevur nógvar arbeiði í ger og hevur fyritøkan spennandi verkætlanir fyri framman.

Sum formaður kemur tú í tøttum samstarvið við projektleiðslu, at taka fakligar avgerðir, ið smbv. projektir J&K Petersen hevur ábyrgdina av.

Tú verður við til at leiða og fordeilda arbeiðsuppgávur hjá einum dugnaligum starvsfólkahópi, ið hevur royndir á økinum og eru til dystin fús. Tú skal vera við til at planleggja uppstartin av ymiskum arbeiðum og kemur at hava stóra ábyrgd av verkætlanum, ið sjálvari byggifasuni.

Førleikakrøv
Um tú ert handverkari og hevur royndir við betongarbeiðið og ert vanur við at ganga undan, ert tú tann rætti til starvið. Vit arbeiða við nútímans útgerð og vænta samstundis, at tú sum formaður, hugsar í praktiskum loysnum.

Vit vænta at tú hevur ávísan førleika innan teldutøkni og dugir at seta teg inn í nýggja tøkni, um tað krevst.

J&K Petersen setir trygdina fyri arbeiðsfólkið í hásæti. Tí skal tú hava neyðugan hugburð um trygd.

Sum formaður kemur tú somuleiðis at hava ábyrgd av starvsfólkum, ið eru tilknýtt verkætlanum og skal tú duga at virðismeta okkara starvsfólkatilfeingið.

Vit kunnu bjóða tær:

- Løn, ið samsvara við útbúgving og royndir.

- Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum.

- Møguleikar fyri fakligari menning.

- Lønin verður sett eftir avtalu.

Arbeiðstíðin verður skipað sum vanlig arbeiðstíð. Tó kunnu broytingar koma í arbeiðstíðirnar, um tað krevst.

Tann ið settur verður skal hava koyrikort.

Umsóknir við prógvum, CV. v.m. skulu sendast við maili á: starv@jkp.fo.

Umsóknarfreistin er mikudagin 20. apríl 2017.

Um spurningar eru í samband við starvið ert tú vælkomin at tosa við Áka Troest, projektleiðara á tlf. 585086 ella við Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Um J&K Petersen
J&K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 130 fólk starvast hjá J&K. J&K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnaarbeiðum í øllum landinum.

Starvslysing_formadur til betonarbeidid 06042017.pdf