2 størv á Blandistøðini hjá J&K Petersen eru leys at søkja.

1 førarastarv til Betongbil og 1 avloysarastarv.

Førari til Betongbil

Í sambandi við økta virksemið hjá J & K Petersen søkja vit eftir áhugaðum og ágrýtnum førara til trumlubil. Sum førari av bilinum fært tætt samband við kundar okkara og kemur tú at innganga í eitt dynamiskt toymi av starvsfólkum, ið hava nomið sær servitan innan betongøkið. Vit hava tørv á fólkið, ið er fyrikomandi, skilagott og veitir kundum okkara eitt høgt tænastustøði.

Tú verður partur av veitanini av betongi til stórar og smáar verkætlanir.

Arbeiðsøki

Arbeiðsøkið hjá tær verður at koyra trumlubil og vanligt viðlíkahald av bilinum. Somuleiðis er títt arbeiðsøkið at innganga í arbeiðið blandistøðin annars fevnir um.

Krøv til umsøkjaran:

  • Tað er umráðandi, at tú er arbeiðssamur, røkin, álítandi, fleksibul, hevur góð samstarvsevnir og er sjálvstøðugur.
  • Er tænastusinnaður.
  • Koyrikort (C).

Avloysarastarvið

Sum avloysari kemur tú at ganga inn í okkara starvsfólkahóp sum førari av betongbilunum. Tú skal duga at føra trumlu- og pumpubilarnar. Vit taka okkum av neyðugari upplæring og vænta vit, at tú hevur ein jaligan hugburð í sambandi við innlæring og uppvenjing.

Møguleiki er fyri at fáa fast starv á blandistøðini sum førari.

Vit bjóða

Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti við nútímans útgerð og klæðum.

Løn og setanartreytir

Løn eftir avtalu og royndum.

Væntast kann at arbeiðstíðin til tíðir er krevjandi tá J & K Petersen hevur gjørt avtalu um veitan av betongi til tunnilsætlanina hjá NCC.

Ynskir tú at fáa meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við blandimeistarin, Arngrímur Arngrímsson, á telefon 585025 ella við Finnur Joensen, HR-leiðaran á tlf. 585036.

Umsóknarfreistin er útsett til 9. juni 2017.

Umsóknir við prógvum, CV. við meira skulu sendast við mail á: starv@jkp.fo ella J & K Petersen, postmoga 3179 Fo-110 Tórshavn.

Um J & K Petersen

J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 150 fólk starvast í fyritøkuni. J & K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum/verklagsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnaarbeiðum í øllum landinum.